Sev við til 'Suðuroyggin kallar' og JobMatch

Sev við til 'Suðuroyggin kallar' og JobMatch

Umboð fyri Sev eru við til tvey ymisk tiltøk millum jóla og nýggjárs; ávikavist Suðuroyggin kallar og JobMatch

Suðuroyggin kallar!

Mánadagin 29. desembur skipa Valkyrjurnar í Suðuroy fyri tiltakinum Suðuroyggin kallar! og umboð fyri Sev eru við.

Valkyrjurnar siga soleiðis um tiltakið:

Valkyrjurnar skipa fyri tiltaki, ið varpar ljós á alt tað góða í Suðuroynni. Vit vilja m.a. vísa á arbeiðsmøguleikar, bústaðarmøguleikar og frítíðarítriv – alt, ið kann vera innbjóðandi fyri einum innihaldsríkum gerandisdegi í Suðuroynni.
 

Suðuroyggin hevur ótrúliga nógvar møguleikar bæði til børn, ung, vaksin og eldri, og tiltakið verður ein heildaruppliving, har allar fyritøkur, vinnurekandi, áhugafeløg, ítróttar- og listafeløg í Suðuroynni hava møguleika fyri at hava ein bás og vísa tað, tey hava at bjóða. Dagurin er eisini ein gyltur møguleiki hjá luttakarum at hittast, netverka og harvið styrkja núverandi virksemi í oynni.

Okur síggjast í Salt til eitt sera spennandi tiltak.

JobMatch 30. desember

Sev er eisini umboðað við bási á árliga JobMatch tiltakinum, sum verður hildin við Tjarnir í Hoyvík í ár. Vit gleða okkum til at taka ímóti teimum vitjandi á básinum, og fleiri hava biðið um jobprát við umboð fyri Sev.

Tiltakið plagar at verða væl vitjað, og er ein góður møguleiki til at varpa ljós á framtíðar starvsmøguleikar í Sev og at kunna svara spurningum frá teimum lesandi. Eisini hevur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari, eina framløgu um ‘bestu byrjanina í nýggja starvinum’.