SEV montørar komnir hálva leið til Sandoyar

SEV montørar komnir hálva leið til Sandoyar

Øllum kunnugt er seinasta skotið latið av í Sandoyartunlinum, og hol er ígjøgnum til Sandoynna. Nú verður ferð sett á vegagerðina í tunlinum og harvið eisini kaðallegging.

Eingin undirsjóvartunnil uttan streym. Umframt til ljós í tunlinum krevst streymur eisini til pumpur, viftur o.l.

Montørar hjá SEV hava í langa tíð arbeitt í myrkrinum undir havsins botni við kaðallegging. Teir eru komnir smáar 5 kilometrar inn í tunnilin, sum er smáar 11 km langar, og harvið longsti tunnil í Føroyum. Í løtuni arbeiða teir tískil uml. 155m undir havbotninum.

“Vit hava fylgt vegagerðini hjá NCC frá Gomlurætt. So hvørt sum NCC hevur bygt vegin upp, hava vit lagt okkara leiðingar í. Vit leggja ca 500 metrar hvørja ferð”, sigur Mads á Heyggi, kaðal- og linjumeistari á Rakstrardeildini hjá SEV.

Arbeiðið í tunlinum er eisini partur av størri verkætlan at knýta økini saman. Arbeitt verður tí harumframt við einum grevstri, sum gongur frá koplingarstøðini í Húsahaga og sum skal enda í einari koplingarstøð á Sandi.

“Vit skulu hava tvær 60 kV leiðingar og tvær 20 kV leiðingar í tunnilin. Tað eru 8 trumlur, sum vit draga út so hvørt sum tunnilsvegurin verður gjørdur, so samanlagt verða tað einir 90 km av kaðali, bara í tunlinum”, sigur Mads.

Sambært verkætlanini verða 10 transformarastøðir í tunlinum, umframt ein uttanfyri hvønn tunnilsmunna. Væntandi eru allir kaðlarnir lagdi móti sumri.

Vanliga eru 4 montørar og draga út hvørja ferð. Harumframt verður kranabilur brúktur at draga kaðlarnar út við og lítil gravimaskinu, sum koyrir aftaná kranabilinum og leggur kaðalin í grøvina. Tá kaðlarnir eru lagdir, verða skoyti gjørd, áðrenn NCC tyrvir kaðlarnar.

Rakstrardeildin er so smátt byrjað at planleggja arbeiðið at montera trafostøðir. Tær fyrstu 4 verða klárar at montera 1 mai, og eftir ætlan verður okkara arbeiði í tunlinum liðugt um ársskiftið 2022/23.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking