
Arbeitt verður við loysn til stórar orkunýtarar, serliga ídnaðarfyritøkur, at leggja um til varandi orku. Eitt dømi er Eysturlund, sum ætlandi skal framleiða elorku til Havsbrún.
Í veðurlagspolitikkinum frá 2021 verður í átaki 17 m.a. staðfest, at tørvur er á loysnum til elektrifisering av ídnaðinum, sum hevur eina høga oljunýtslu. Víst verður á, at størstu einstøku brúkararnir av olju eru fóðurframleiðsla og stórar maskinur í byggivinnuni. Higartil hevur ikki borið til at finna hóskandi loysnir til hesa avbjóðing innanfyri verandi lógarrammu.
Eitt nýtt burðardygt samstarvsmodell er nú í uppskoti, sum hevur til endamáls at fremja útbygging av varandi orkuframleiðslu og samstundis minka um oljunýtsluna í Føroyum.
Í stuttum snýr modellið seg um, at ein framleiðari selur eyðmerkta varandi orku til Sev, sum selur orkuna víðari til eina eyðmerkta sokallaða oljuavloysandi nýtslu. Hetta kann til dømis fevna um elketlar í hitaskipanum, prosesshita, framleiðslu av grønum brennievnum (PtX) og elnýtslu á orku- og oljupallum. Við øðrum orðum virksemi, sum í dag er bundið at olju, sum verður lagt um til el.
Sev stendur fyri flutningi, máting og avrokning av hesi orku, og tryggjar samstundis, at elskipanin verður rikin á ein tryggan og skipaðan hátt. Modellið skapar sostatt ein greiðan og fíggjarliga burðardyggan karm fyri samstarvi millum framleiðara, brúkara og Sev. Samstundis verður tryggjað, at verkætlanarbundnir kostnaðir og váðar verða bornir av teimum luttakandi pørtunum og ikki lagdir á vanliga elkundan hjá Sev.
Samskifti er millum orkumyndugleikan, umboð fyri ídnaðarvinnuna og Sev um samstarvsmodellið og um saman at finna eina loysn, sum kann vera við til at minka munandi um oljunýtsluna í Føroyum.
Les meira um treytir og nærri frágreiðing um samstarvsmodellið í frágreiðingini
Burðardygt samstarvsmodell fyri varandi orkuframleiðslu og oljuavloysandi elnýtslu