Royndarkoyra battarískipanina í Porkeri

Royndarkoyra battarískipanina í Porkeri

 

Í hesum døgum verður battarískipanin í Porkeri royndarkoyrd, og higartil eru úrslitini góð.

”Enn er langt á mál og tað er ov tíðliga at gera niðurstøður”, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið hjá SEV. "Tá ið tekniska royndarkoyringin er liðug, skulu vit eisini hava nakað av tíð at læra skipanina at kenna við hesi nýggju útgerðini á netinum."

Royndarkoyrt hevur verið í nakrar fáar dagar og hesar dagarnar hevur hava suðringar í tíðarskeiðum fingið 100% grønan streym í kontaktina, til tíðir eisini 100% vindorku.

”Vit samstarva við veitaran um at testa skipanirnar, og hetta arbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur, men higartil hevur tað víst seg at riggað væl", sigur Brian Joensen, verkætlanarleiðari.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking