
Hátíðarløta var í Skálafirði mikudagin í sambandi við, at nýggja koblingsstøðin er reist. Veitarar og arbeiðstakarar fingu ein betri bita og takkarrøðu frá Jón Nielsen, deildarstjóra fyri Netið.
Jón takkaði veitarum, handverkarum og starvsfólkinum hjá Sev, sum eru knýtt at verkætlanini, fyri gott samstarv og væl úr hondum greitt arbeiði.
“Onkrar seinkingar hava verið, men arbeiðið hevur annars gingið skjótt og væl. Hetta er ein liður í áhaldandi arbeiðnum at tryggja eitt álítandi og tíðarhóskandi elnet”, segði Jón Nielsen.
Nýggja støðin er bygd og reist við síðuna av gomlu støðini, og tá há- og lágspenningsútgerðin er flutt úr gomlu støðini inn í nýggju, verður tann gamla rivin niður, og battaríhøll bygd í staðin.
Hesir uttanhýsis veitarar hava verið við í verkætlanini:
Bygging – J&K Petersen
Hvs og ventilatión – Tangavirkið
Elarbeiði – Elfo
SNA – arkitektaarbeiði, projekteringsleiðslu og HTU-leiðslu,
PBC - projektering av hvs og ventilatión
LBF – jørð, beton og berandi konstruktiónir
Bark – byggileiðsla
SMJ – el og brandtrygd

Jón Nielsen, deildarstjóri fyri Netið, Bogi Bendtsen, deildarstjóri fyri Fyrisitingina, Sylva Thomsen, næstforkvinna og Haraldur Hammer, nevndarformaður í Sev