Fríggjadagin 2. mai var móttøka hjá Sev fyri Rakul Helgadóttir, sum hevur staðið skrivstovuútbúgving hjá Sev.
Skrivstovuútbúgvingin hjá Sev er sera fjølbroytt og breið. Sum skrivstovunæmingur fært tú høvi at starvast á fleiri ymiskum deildum, t.e. í fyrisitingartoyminum, á HR-deildini, roknskapardeildini, og í kundatænastuni, har tú fært royndir bæði við kundaavgreiðslu og debitorbókhaldi.
Leiðararnir, sum hava varðað av Rakul bóru henni heilsan, og øll róstu tey hennara nærlagni, arbeiðssemi og sera góðu evni at seta seg inn í nýggjar skipanir og arbeiðsuppgávur.
Sjálv sigur Rakul seg vera glaða fyri møguleikan at ferðast millum deildir.
“Mann sleppur at royna ymiskt innan yrkið, og fær møguleika at finna tað økið, mann trívist best við og ynskir at arbeiða við frameftir”, sigur Rakul.
Vit ynskja Rakul hjartaliga til lukku :-)