Petur Ovi fekk grindaknívin

Petur Ovi fekk grindaknívin

Prógvhandan hevur júst verið á Vinnuháskúlanum.

Nýklæktir maskinmeistarar, skiparar og skipsførarar fingu prógv handað fyri loknan lestur.

Sev letur eina av virðislønunum, og  Í ár fekk Petur Ovi Jógvansson Mørkøre virðislønina, ið er snotuligur grindaknívur. 

Anna Margretha Otthamar, deildarleiðari, handaði vegna Sev Petur Ova knívin, sum Peter Hansen hevur latið úr hondum.

Vit ynskja Peturi Ova og øllum hinum hjartaliga til lukku og blíðan byr.

 

Dávid á Marknagili, Eiler Ludvig Jacobsen, Ísakur Eyðunsson Olsen, Jan í Nesinum, Meinhard Mikkelsen, Petur Ovi Jógvansson Mørkøre, Rani Isaksen, Sigurð Fríði Fróðason