Páskirnar seinka uppgerðunum frá SEV

Páskirnar seinka uppgerðunum frá SEV

Uppgerðirnar fyri elnýtslu í mars verða tøkar í aðru viku í apríl, og ikki millum 3. og 5. í mánaðinum, sum annars er vanligt.

Hetta orsakað av, at páskirnar liggja um mánaðarskiftið, og harafturat at inngjaldingar hjá kundum skulu skrásetast, áðrenn uppgerðirnar verða gjørdar. Hesar inngjaldingar verða skrásettar eftir páskir, tann 7. apríl. Uppgerðirnar verða tøkar, tá hetta arbeiðið er liðugt.

01.10.2021
SEV 75 ár
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking