SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Páll fekk grindaknív

Páll fekk grindaknív

Páll fekk grindaknív

Prógvhandan hevur verið á Vinnuháskúlanum í dag.

8 maskinmeistarar, 10 skiparar og 11 skipsførarar fingu prógv handað fyri loknan lestur.

Sum siður hevur verið seinastu árini letur SEV 1. virðisløn til maskinmeistaran við besta próvtalinum. Í ár fekk Páll Ólavsson úr Vatnsoyrum 1. virðisløn, ið er grindaknívur, sum Peter Hansen hevur latið úr hondum.

Páll var sera glaður fyri knívin, sum Bergtóra Høgnadóttir vegna SEV handaði honum.

Vit ynskja Pálli og øllum hinum hjartaliga til lukku og blíðan byr.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking