Ótti fyri kjarnorkuútláti í Fraklandi

Ein spreinging á einum kjarnorkuendurvinngarverki í Marcoule í Suðurfraklandi hevur elvt til ótta fyri geislavirknum útláti.

Sambært Le Figaro doyði ein persónur og fleiri vórðu løstað, tá ein spreinging hendi á einum kjarnorkuendurvinngarverki í Marcoule í Gard-landspartinum í Suðurfraklandi um middagsleitið.

Marcoule-verkið er ikki eitt kjarnorkuverk og hevur sostatt ongar reaktorar. Verkið framleiðir MOX-brennievni, ið verður brúkt til at endurvinna plutonium úr kjarnorkuvápnum.

Onki útlát

Óhappið hendi eftir øllum at døma eftir ein eldsbruna á eini goymslu við radioaktivum burturkasti. Ein trygdargeiri er skipaður kring rakta verkið.

Fronsku kjarnorkutrygdarmyndugleikarnir upplýsa fyri Reuter-tíðindastovuni, at ongi tekin eru um geislavirkið útlát eftir spreingingina.

Hava økt íløgurnar í kjarnorku

Eftir jarðskjálvtan í Japan, ið elvdi til radioaktivt útlát frá Fukushima-kjarnorkuverkinum, fóru fraklendingar út á gøturnar og mótmæltu ímóti fronsku kjarnorkuverkunum.

Hetta hevði tó lítla ávirkan á fronsku stjórnina, sum herfyri gjørdi av at fremja kjarnorkuíløgur fyri eina miljard evrur ella umleið 7,5 miljardir krónur.

Sambært World Nuclear Association hevur Frakland umleið 60 kjarnorkureaktorar.