Orkuframleiðsla eftir 2030

Orkuframleiðsla eftir 2030

Tiðin er komin til at umhugsa og umrøða orkutørv og orkuframleiðslu í Føroyum eftir 2030.

Visiónin er at vera 100 prosent sjálvbjargin í mun elorku á landi í 2030, við øðrum orðum leys av olju í mun til framleiðslu av streymi til húsarhald, stovnar og vinnuvirksemi, herundir eisini flutning og upphiting av húsum og vinnubygningum.

Fyri at røkka hesum máli, hevur SEV síðani 2014 arbeitt eftir eini útbyggingarætlan, sum støðugt verður eftirmett og dagførd í mun til framrokningar av mettum elorkutørvi í Føroyum.

Higartil hevur útbyggingarætlanin bert fevnt um orkuna á landi, men skulu vit verða sjálvbjargin á sjógvi eisini, tvs. við brennievni til skip og bátar, so røkkur verandi útbyggingarætlan ikki.

Fyribils framrokningar vísa, at skulu vit í Føroyum framleiða brennievni sum t.d. vetni (hydrogen), ammoniak ella metanol, verður neyðugt við eini fleirfalding av elorkuframleiðsluni. Talan er um so stórar útbyggingar av grønu framleiðsluni, at tað neyvan kann gerast á landi.

Í tí sambandi hava SEV og Umhvørvisstovan lagt fram nakrar tankar um, hvørt ein loysn kundi verið ein stór sjóvindmyllulund í føroyskum sjóøki, eystanfyri Føroyar.

Menningin innan flótandi vindmyllur er stór, og saman við góðu vindviðurskiftunum og stóra økinum eystanfyri Føroyar er ikki óhugsandi, at vit kundu bygt eina stóra flótandi vindmyllulund, sum umframt at veita orku til Føroyar, kundi útflutt vindorku til eitt nú Hetland og Bretland og møguliga til boriplattformar í økinum við føroyska markið.

Føroyski tørvurin á elorku fram til 2040, eisini við framleiðslu av alternativum brennievni til skip, er fyribils mettur at liggja um uml. 3-4  TWt, og møguleiki hevði tí eisini verið at útflutt elorku til eitt nú Hetland og Bretland, umframt boriplattformar í økinum, um áhugi var fyri tí.

Tankarnir, ið vóru lagdir fram á Arctic Circle ráðstevnuni í Íslandi í farnu viku, umfataðu eina stóra flótandi vindmyllulund eystanfyri Føroyar á 2 GW, við eini leystligari mettar framleiðslu á uml. 12 TWt, umframt eitt kaðalsamband til td. Hetland og/ella Bretland, sum kundu keypt ein part av framleiðsluni.

Ein slík verkætlan er risa stór og hevði sjálvsagt skula verið framd í norðurlendskum ella altjóða samstarvi.

“Hetta er ein av allarhelst fleiri møguligum loysnum, og enn eru hetta bert tankar, men vit eiga longu nú at hugsa um, hvussu vit ætla at tryggja føroysku orkuskipanina í árunum eftir 2030” sigur Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, sum legði fram á ráðstevnuni í Reykjavík, á verkstovu, sum Kári Mortensen, leiðari á deildini Orka á Umhvørvisstovuni, stóð fyri.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking