SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Opið hús í Vestmanna

Opið hús í Vestmanna

Opið hús í Vestmanna

Í sambandi við Vestmannadagar hevur Fossáverkið opið hús fríggjadagin 4. september frá 16.00-18.00.
Vit bjóða ábit, og børnini kunnu gleða seg til sukurvatt, popkorn og sunkist - umframt hoppiborgirnar.
Møguleiki verður at vitja koblingarstøðina og turbinuhøllina. Framsýning av ymsari útgerð verður í garðinum. 
Kl. 17.00 verður konsert við bólkinum Brim.
Eitt ítrivsborð er sett upp til børnini, har tey kunnu lita myndir, gera sína egnu vindmyllu og fáa tatovering.
Verið vælkomin á Fossáverkið