SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Opið hús í Vestmanna

Opið hús í Vestmanna

Opið hús í Vestmanna

Stórur dagur verður í Vestmanna 12. september, tá standmynd av undangongumanninum Ólavi á Heygum verður avdúkað.

Standmyndin stendur við Fossá skamt frá Fossáverkinum, og í sambandi við hátíðarhaldið letur SEV dyrnar upp og bjóðar kaffi, vatn og frukt, umframt okkurt til børnini. Eisini verður høvi at vitja inni í turbinuhøllini á Fossáverkinum, goymsluni og í spildurnýggju koblingarstøðini hjá SEV í Vestmanna.

Eisini skipar SEV fyri gongutúri frá Fossáverkinum niðan til leivdirnar av byrgingini hjá Ólavi á Heygum í Fossá. Longu í  1907 hevði Ólavur á Heygum ítøkiligar ætlanir um at framleiða elorku úr vatninum í Fossá, men hann kom ikki á mál við síni verkætlan. Bjarki Skúvadal leiðir fylgið niðan til byrgingina og greiðir frá um verkætlanina.

SEV hevur opið hús kl. 15.00 – 18.00. Gongutúrurin byrjar kl. 15.30, og standmyndin verður avdúkað kl. 17.00.

Sunnudagurin er seinasti av Vestmannadøgunum 6. – 12. september. Ymiskt tiltøk eru á skrá hesar dagarnar, og í Miðnámsskúlanum í Vestmanna stendur framsýningin hjá SEV um elorku í Føroyum seinastu 100 árini.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking