
5. juni er mentanarnátt í Havn, og tú hevur møguleika at byrja mentanarnáttina á Havnarverkinum í Gundadali.
Opið hús verður á Havnarverkinum frá kl. 16.30 til kl. 19.00, so tað er eitt gott stað at byrja, áðrenn tú fert víðari oman í býin. Vit bjóða elútgerð, kórsang og ítriv til børnini.
Skrá
Kl. 16.30 - Dyrnar lata upp
Kl. 17.00 – Rundvísing á Koblingarstøðini í Varðagøtu
Kl. 17.15 – Skoyta kaðlar
Kl. 17.30 - Sev kórið syngur
Kl. 18.00 - Morgunkórið syngur
Kl. 18.30 – Skoyta kaðlar
Vit bjóða eisini pylsur, vatn og sunkist, umframt kaffi og okkurt søtt til góman.
Til børnini
Børnini eru sjálvsagt eisini vælkomin. Hevur tú børn við, kunnu tey hugna sær við m.a. at:
Lita myndir
Gera vindmyllur
Fá tatovering
Popkorn
So tak familjuna við og kom framvið Havnarverkið 5. juni.