Øll loyvi til Minesto sjóvarfalsverkætlanina komin undir land

Øll loyvi til Minesto sjóvarfalsverkætlanina komin undir land
Við góðkenningini frá orkumyndugleikanum av árinsmetingini, hava Minesto og SEV nú fingið øll neyðug loyvi til sjóvarfalsverkætlanina í Vestmannasundi

”Føroysku myndugleikarnir og SEV eiga sín stóra lut í hesum avgerandi varðanum. Tá hugsað verður um, hvussu umfatandi og tíðarkrevjandi tilgongdin við loyvum til orkuverkætlanir vanliga er, hevur SEV gjørt eitt megnararbeiði við at tryggja øll neyðug loyvi til hesa fyrstu installatiónina umvegis eina skjóta og munadygga tilgongd”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

SEV hevur gjørt eina árinsmeting, ið viðger, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á náttúru og umhvørvi. Her er hugt eftir árini á fisk, sjófugl, hval og kóp. Mett er ikki, at royndarverkætlanin fer at hava stórvegis árin á fisk og sjófugl, men at havsúgdjór helst er tann viðbreknasti bólkurin. Møgulig átøk, ið kunnu tálma árin á hval og kóp, eru viðgjørd í árinsmetingini. Í síni góðkenning hevur Umhvørvisstovan sett SEV ávísar treytir, eitt nú, at SEV skal fylgja við, hvussu hvalur og kópur ferðast í Vestmannasundi í verkætlanartíðini, sum er tvey ár.

Loyvini og tilsagnirnar umfata uppseting av tveimum DG100 sjóvarfalsdrekum, sum verða settir út í Vestmannasundi í samstarvi millum Minesto og SEV. Minesto hevur fingið tilsamans áleið 3,5 milliónir evrur úr ES grunni og svenskum orkugrunni til verkætlanina í Vestmannasundi og víðarimenning av DG100 sjóvarfalstøknini.

Fyrr í hesum mánaðinum kunngjørdi Minesto, at royndir í løtuni verða gjørdar við DG100 skipanini á turrum, og at økið á Oyrargjógv, har elorkan kemur í land og verður førd inn á netið hjá SEV, er undir fyrireiking. Harumframt kunngjørdi Minesto stovnanina av dótturfelagnum Sp/f Minesto Føroyar, sum fer at umsita og víðarmenna verandi og komandi installatiónir í Føroyum við sjóvarfalstøknini hjá Minesto.

”Vit eru fegin um tilgongdina og samstarvið í verkætlanini, sum fer at verða eitt gott ískoyti við forsøgdari burðardyggari elorku í Føroyum”, sigur Martin Edlund at enda.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking