Ólavur Olsen nýklæktur elektrikari

Ólavur Olsen nýklæktur elektrikari

Hjartaliga til lukku til Ólav Olsen, sum er nýklæktur elektrikari.

Ólavur byrjaði í læru á Eltøknideildini 1. apríl 2019, og er nú útlærdur elektrikari.

Hann fekk prógv á Glasi í seinastu viku og fríggjamorgunin varð skipað fyri lítlari samkomu fyri Ólavi á Landavegnum, har lærumeistari og deildarleiðari Brian Joensen helt røðu, og Ólavur fekk gávu handaða frá SEV.

Ólavur heldur fram hjá SEV í tíðaravmarkaðum starvi.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking