Óbrúkilig olja á Sundsverkinum

Óbrúkilig olja á Sundsverkinum

Enn einaferð hevur Sundsverkið fingið eina last av olju, sum ikki kann brúkast. Okkara fólk á verkinum hava havt nógv eykaarbeiði m.a. av at skifta og reinsa filtur fyri at halda verkið og landið koyrandi.

Hetta var endaliga staðfest mikudagin í síðstu viku, tá roynt var at koyra við oljuni. Stilt og turt veður hjálpir ikki upp á støðuna, so tørvur er á øllum tøkum eindum, og í løtuni koyra motorarnir á Sundi upp á gassolju.

 

Avbjóðingarnar við oljugóðskuni

Tað er soleiðis, at hvørja ferð, vit keypa olju, verður hon kannað um hvørt hon livir upp til altjóða krøv ella ikki.

Harafturat hevur Sev egin krøv, sum eru strangari enn altjóða krøv og sum byggja á tær royndirnar, vit hava gjørt okkum við vánaligari oljugóðsku seinastu árini.

Men tað, at oljan livir upp til krøvini á einum lista, merkir ikki automatiskt, at hon er brúkilig.

Samansetingin av oljuni er ikki longur, sum hon plagdi. Hon er ikki líka rein, og framleiðararnir koyra ymiskt í, m.a. fyri at binda svávul, so hon livir upp til altjóða og føroysk krøv um svávulinnihald (0,5%), og tað kann vera tað, sum partvís er orsøkin. Tað at oljan livir upp til krøvini merkir bara, at hon er testað fyri tey evni, sum vit kenna. Framleiðararnir finna alla tíðina nýggjar mátar, og vit renna aftaná við góðskutestunum.

Tann endaliga staðfestingin kann ofta ikki gerast, fyrrenn mann hevur roynt oljuna í motorunum, og tað er gjørt í hesum førinum.

 

Arbeiðsumhvørvi framum fígging

“Gassoljan er væl dýrari enn tungoljan, men vit taka sjálvsagt arbeiðsumhvørvið framum pengarnar, og so skjótt sum endaliga var staðfest, at oljan ikki kundi brúkast, varð skift yvir til gassolju”, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.

Vit taka alla tíðina til eftirtektar tær royndir, vit gera við veitingum av óstøðugari oljugóðsku. M.a. eru arbeiðsumstøðurnar hjá teimum, sum reinsa og handfara filtrini betraðar, fyri í størsta mun at taka atlit til heilsuna og trygdina hjá okkara fólki. Av somu orsøk, setir Sev hægri krøv til góðskuna enn altjóða standardkrøv, tá biðið verður um tilboð upp á oljuveiting.

 

Í løtuni er Sev í samskifti við veitaran um at finna eina góða og skjóta loysn, har óbrúkiliga oljan verður heintað, og nýggj olja leverað.

 

Ein last av gassolju er ávegis til Sev, og harafturat er væl av gassolju í oljugoymslunum hjá føroysku oljufeløgunum.