Nýklæktur elektrikari: heppin at hava lært hjá SEV

Nýklæktur elektrikari: heppin at hava lært hjá SEV

Heini Z. Viðoy hevur staðið í læru sum elektrikari hjá SEV, og er í tí sambandi komin víða um í Føroyum

Brian Joensen, deildarleiðari fyri Eltøknideildina, handaði Heina sveinabrævið.

"Eg eri heppin at hava verið í læru hjá SEV", sigur Heini. "Tað er ein fjølbroytt útbúgving, og her eri eg sloppin at royna meg á ymsum økjum. Eg havi arbeitt á fleiri deildum, ferðast kring allar Føroyar m.a. til smáverkini á útoyggj, eg havi verið uppi í pelum og á byrgingingum, verið við til at gera nýggjar transformarastøðir klárar til brúk o.a.m."

Heini Viðoy, elektrikari og Hákun Djurhuus, stjóri

Hugnalig móttøka var á Havnarverkinum fyri Heina fríggjadagin 6. november.  Hákun Djurhuus, stjóri og Brian Joensen, leiðari á Eltøknideildini, hildu røðu, og Heini fekk gávu og sveinabræv.

Heini takkaði eisini fyri tíðina og fyri, at øll hava tikið so væl ímóti honum.

Heini saman við einum av teimum mest garvaðu 'grand old men' hjá SEV: Jákup Matras

"Hendan tíðin hevur búnað meg sum elektrikara sjálvandi, men eisini sum menniskja. Her arbeiðir man saman við fólki í øllum aldri, og tað er sera læruríkt og stuttligt at arbeiða saman við fólki, sum hava so drúgvar royndir", sigur Heini, sum eftir móttøkuna fór beint til arbeiðis aftur.

Ymiskar eru uppgávurnar og ymiskt er, hvar uppgávurnar eru.

Vit ynskja Heina hjartaliga til lukku við útbúgvingini.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking