Nýggja elbil appin er tøk

Nýggja elbil appin er tøk

Nýggja elbil appin hjá Sev er nú tøk í App Store og Google Play.

Fyri at gera tað lættari fyri verandi kundar, eru teirra vangar longu stovnaðir í nýggju appini, og teimum nýtist bert at fylgja leinkju í teldupostinum, sum tey hava fingið, fyri at koma inn á rætta stað.

Heimaløðistøðirnar eru fluttar yvir á nýggju skipanina, og almennu løðistøðirnar verða fluttar yvir fyrsta dagin. Tá tað er gjørt, verður verandi løðiportalur elbil.fo sløktur. Kunnað verður nærri um hetta seinni.

Ert tú elbilakundi, men hevur ikki fingið teldupost um nýggju appina, ert tú vælkomin at ringja til Elbiladeildina á tlf. 34 68 00.

"Nýggja elbil appin fer at betra um upplivingarnar hjá elbilabrúkarum", sigur Uni Reinert Petersen, leiðari á Elbiladeildini hjá Sev.

Fyrimunir við nýggju elbil appini

  • Stýr løðingini - heima og alment

Byrja og enda løðingar beinleiðis á appini. Legg eisini gjaldskortið inn fyri at gjalda ómakaleyst við appini. Løðispjaldur kann eisini nýtast.

  • Snildløðing

Áset nær løðingin skal fara fram - til dømis tá streymurin er grønastur.

  • Nýtsluyvirlit

Fá greitt yvirlit yvir farnar løðingar, herundir nýttar kWt og krónur, løðing fyri løðing og mánaða fyri mánaða.

  • Kort yvir løðistøðir tú hevur atgongd til

Fá yvirlit yvir almennar løðistøðir, løðistøðir á tínum arbeiðsplássi, tína heimaløðistøð og møguligar aðrar, tú hevur fingið tillutað atgongd til.

  • Reika

Stórt netverk við upp móti 1 mió. løðistøðum kring heimin. Elbil appin kann lættliga nýtast í útlondum eins og í Føroyum.

 

Les meira um elbil appina