Nýggj skjótløðistøð við Effo støðina í Kollfjarðardali

Nýggj skjótløðistøð við Effo støðina í Kollfjarðardali

Nú er enn ein møguleiki at løða bilin á strekkinum millum Vestmanna og Eysturoy og/ella Havnina.

Infrakervið við løðistøðum er víðkað við einari Alpitronic 150kW DC-skjótløðistøð umframt ein AC-løðara upp við Effo støðina í Kollfjarðardali.

Á nýggju Alpitronic løðistøðini ber til hjá tveimum bilum at løða samstundis við DC stikki. Hesin møguleikin er ikki á gomlu skjótløðistøðunum.

Talið av elbilum í Føroyum økist støðugt, og av tí sama er eftirspurningurin á skjótløðistøðum eisini hækkaður. Fleiri av teimum nýggjaru elbilunum kunnu løða við upp í móti 100kW, og onkrir enntá meira enn tað. Við nýggju støðini er løðitíðin stytt munandi.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking