Nýggj skjótløðistøð í Gøtudali

Nýggj skjótløðistøð í Gøtudali

Løðimøguleikarnir í Eysturoynni eru nú enn betri. Á orkustøðini hjá Magn í Gøtudali er ein 150 kW Alpitronic Hypercharger skjótløðistøð sett upp, sum gevur møguleika at løða bilin upp til tríggjar ferðir skjótari enn á vanligum løðistøðum.

Løðistøðin, sum var sett til hósdagin 3. mars, hevur trý DC løðistikk; eitt Chademo og tvey CCS stikk. Eisini er ein AC løðistøð sett upp til teir bilar, sum ikki kunnu løða DC.

Magn og SEV samstarva um løðistøðina, sum er staðsett á økinum hjá Magn í Gøtudali. Sambært Finn Jakobsen, stjóra á Magn, er ætlanin at seta upp løðistøðir á øðrum Magn støðum kring landið.

Almenna infrakervið við løðistøðum er munandi víðkað. Higartil í ár eru tvær 150 kW skjótløðistøðir, umframt AC-løðistøðir, settar upp ávikavist í Skálafirði og í Gøtudali.

Á leiðini av flogvøllinum til Klaksvíkar eru nú skjótløðistøðir á flogvøllinum, við Streymin, í Skálafirði, Saltangará, Gøtudali og Klaksvík. Í næstum verður ein 150 kW skjótløðistøð sett upp í Kollfjarðardali eisini.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking