
Hósdagin 18. mars var reisigildi á nýggju battarístøðini á Sundi.
Arbeiðsfólk og umboð fyri veitarar hátíðarhildu saman við umboðum fyri starvsfólk og nevnd hjá Sev hendan varðan á leiðini móti einum enn tryggari og burðardyggari elneti - við einum góðum bita frá Sjógæti.

“Hetta er eitt stig afturat á leiðini móti einum enn tryggari elneti í Føroyum. Hetta er slóðbrótandi arbeiði, og eg kann siga, at tit øll eru við til at byggja land. Vit hava verið noydd til at finna nýggjar loysnir, og fólk koma alla staðni frá fyri at síggja og hoyra um, hvussu vit fáa hetta at fungera við so nógvari óstøðugari orku inni á netinum”, segði Jón Nielsen, deildarstjóri fyri netið.
Hann takkaði samstarvsfelagum og veitarum fyri gott samstarv, og eisini nevnd og leiðslu í Sev fyri at trúgva upp á og bakka upp um verkætlanina.
Høllin skal hýsa 18 MW battarískipan umframt einum synkronkompensatori, transformarum og 10kV anleggi.
Veitararnir í verkætlanini eru SMJ, SNA, LBF, Tangavirkið, Articon og MR-EL.
Verandi battarískipan á Sundi er 12 MW.
Seinasta vikuskiftið var elveitingin 100% grøn um alt landið í tilsamans 7 tímar, og prosenttalið av vindi á netinum var millum 70 og 80%.




