
Elveitingareftirlitið hevur góðkent eina munandi hækking í avrokningarprísinum fyri sólorku
Sev letur nú hægri prís fyri sólorkuna, sum kemur inn á elnetið. Verandi prísskipan verður broytt, soleiðis at fyri smærri sólorkuverk, t.e. upp til 11 kW, hækkar prísurin úr 0,75 kr. pr. kWt upp í 1,45 kr. kWt.
Fyri størri sólorkuverk, t.e. yvir 11 kW, hækkar prísurin upp í 2 kr. pr. kWt fyrstu 12 árini av loyvistíðarskeiðnum, og verður 1 kr pr. kWt fyri eftirfylgjandi 8 árini av írestandi loyvistíðarskeiðnum, tvs. ein miðalprís á 1,60 kr. pr. kWt fyri alt loyvistíðarskeiðið, sum er 20 ár.
Sambært orku- og veðurlagspolitikkinum er málið at minka munandi um útlátið av vakstrarhúsgassi, og skal hetta mál náast er alneyðugt komandi árini at gera stórar útbyggingar við varandi orku, og ein týðandi liður í hesi ætlan er at fáa nøktandi grøna elframleiðslu um summarið frá sólorkuverkum.
Í løtuni eru uml. 50 størri og smærri góðkend sólorkuverk kring landið, sum framleiða elorku inn á elnetið hjá Sev. Broytingin í avrokningarskipanini er ætlað at eggja fleiri til at fara undir at framleiða sólorku inn á netið.
Nýggju avrokningarprísirnir fáa gildi 15. februar 2026