

Tá kemur nýggja elbil appin, sum fer at betra um tínar upplivingar sum elbilabrúkari.
Fyrimunir við nýggju elbil appini
Byrja og enda løðingar beinleiðis á appini. Legg eisini gjaldskortið inn fyri at gjalda ómakaleyst við appini. Løðispjaldur kann eisini nýtast.
Áset nær løðingin skal fara fram - til dømis tá streymurin er grønastur.
Fá greitt yvirlit yvir farnar løðingar, herundir nýttar kWt og krónur, løðing fyri løðing og mánaða fyri mánaða.
Kort yvir løðistøðir tú hevur atgongd til
Fá yvirlit yvir almennar løðistøðir, løðistøðir á tínum arbeiðsplássi, tína heimaløðistøð og møguligar aðrar, tú hevur fingið tillutað atgongd til.
Stórt netverk við upp móti 1 mió. løðistøðum kring heimin. Elbil appin kann lættliga nýtast í útlondum eins og í Føroyum.
Næstu stig?
Síðstu snøklarnir eru um at koma upp á pláss, og elbil appin verður tøk um mánaðarskiftið januar / februar 2026. Stutt eftir hetta verður heimasíðan elbil.fo niðurløgd.
Vit venda aftur við endaliga útgávudegnum og meiri kunning seinni.