Nú standa helvtin av reaktorunum í Svøríki stillir

Kjarnorkuverkið Ringhals sleppur ikki at starta trimum av reaktorum sínum aftur, fyrrenn trygdin er gjøllað kannað. Sostatt standa fimm av teimum tíggju reaktorunum í Svøríki nú stillir.

Helvtin av kjarnorkureaktorunum í Svøríki standa stillir í løtuni.

Svenski kjarnorkumyndugleikin, Strålskyddsmyndigheten, sigur í einum tíðindaskrivi, at teir tríggir reaktorarnir á Ringhals-verkinum, ið hava verið úr rakstri í seinastuni í sambandi við umvælingar, ikki skulu startast aftur, fyrrenn trygdin á teimum er gjøllað kannað.

Tað skrivar Ny Teknik.

Sostatt er bert ein av teimum fýra reaktorunum á verkinum í gongd í løtuni. Hann skuldi eftir ætlan eisini umvælast og setast úr rakstri sunnudagin 25. september, men sleppur nú at halda fram til hinir reaktorarnir kunnu startast aftur.

Sett undir serligt eftirlit

Strålsäkerhetsmyndigheten setti í juli 2009 kjarnorkuverkið hjá Vattenfall í Ringhals undir serligt eftirlit. Hetta hevði við sær, at Ringhals hevur fingið undantaksloyvi at hava reaktorarnar í gongd.

Í Oskarshamn hevur ein reaktorur staðið stillur síðani 15. august, og tað kemur hann at gera fram til hálvan oktober, tá árliga viðlíkahaldið av honum er liðugt.

Á Forsmark-verkinum stendur eisini ein stórur reaktorur stillur í sambandi við árligt eftirlit. Sostatt standa fimm av teimum tíggju kjarnorkureaktorunum í Svøríki stillir í løtuni.

Sviar stúra fyri, at hetta fer at elva til sama ruðuleika sum síðsta vetur, tá svenska kjarnorkuframleiðslan bert gekk við hálvari ferð ella knapt tað.


17.03.2025
Earth Hour 2025
Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum