
Infrakervið við almennum løðistøðum er nú víðkað allan vegin norður til Viðareiðis. Tvær AC-løðistøðir eru settar upp og til, so tað er klárt at løða.
Til ber eisini at løða uttan at hava elbil appina. Á løðistøðunum er QR-kota, sum førir teg beinleiðis til eina gjaldssíðu, har tú kanst rinda við gjaldskorti, Apple Pay ella Google Pay.
Hetta er nýggjur gjaldsháttur fyri løðing, sum heilt skjótt fer at verða møguligur á øllum okkara almennu løðistøðum.