Nógv sløktu ljósið tíma jarðarinnar í ár, tó færri enn í fjør

Nógv sløktu ljósið tíma jarðarinnar í ár, tó færri enn í fjør

Elframleiðslan minkaði heilt fitt og var góð 82% grøn

Tíma jarðarinnar – Earth Hour – tá familjur og fyritøkur sløktu ljós og onnur eltól, og kommunur sløktu gøtuljós v.m., fall elframleiðslan hjá SEV 3,5 MW. Hetta er dupult so nógv sum fyrrárið, men minni enn í fjør.

Hjá teimum, sum høvdu ljósið og eltól tendrað hendan tíman, var elorkan góð 82 prosent burðardygg. Harav ávikavist 50,4 prosent vóru vatnorka, 32,3 prosent vindorka, meðan seinastu 17,3 prosentini vórðu framleidd við olju.

Í 2019 fall elframleiðslan við 1,65 MW. Í 2020 við 4,78 MW, og í ár hendan tíman millum kl. 20.30 og 21.30 tann 27 mars, fall framleiðslan við 3,5 MW.

Earth Hour byrjaði upprunaliga sum ein áminning á fólk um at geva náttúruni gætur og m.a. minka um elnýtsluna fyri at verja umhvørvið. Síðani tiltakið byrjaði í 2007 er framleiðslan av elorku kring heimin vorðin munandi meira burðardygg, men tiltakið er tó ikki minni viðkomandi av teirri orsøk. Earth Hour verður nú nýttur til at heita á fólk um at virða náttúruna sum heild.

01.10.2021
SEV 75 ár
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking