Nærum 500 føroyingar fáa bíligari streym til hitapumpu og elbil

Nærum 500 føroyingar fáa bíligari streym til hitapumpu og elbil
Higartil eru 488 grønir málarar tilsettir um alt landið

Síðani apríl í fjør hevur SEV við løgtingsheimild latið biligari streym til elbilar og góðkendar hitapumpur. Heilt ítøkiliga er streymurin 50 oyru bíligari fyri hvønn kWt, sum fer til hitapumpu ella elbil.

Treytin fyri at koma inn í hesa skipanina er m.a., at ein serstakur málari, t.e. ein sokallaður grønur málari, verður settur upp at máta streymin til hitapumpu og elbil, og higartil hava nærum 500 føroyingar valt at gera brúk av hesum møguleikanum.

Flestu grønu málararnir eru tilsettir í Suðurstreymoy, har 256 grønir málarar eru skrásettir, meðan 73 eru í Eysturoynni, 54 í Norðstreymoy, 45 í Vágum, 32 í Norðoyggjum, 20 í Suðuroy og 8 í Sandoynni.

Tað eru hitapumpurnar, sum í flestu førum, eru orsøk til at fólk velja at fáa sær grønan málara.

Talið av skrásettum heimaløðistøðum kring landið er 144.

Umhugsar tú at fáa tær grønana málara? Les meira um treytir og mannagongd.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking