Minesto tekur upp aftur virksemið í Føroyum

Minesto tekur upp aftur virksemið í Føroyum

Svenska fyritøkan Minesto heldur nú fram virksemisætlan síni við DG100 sjóvarfalsorkuverkætlanini í Vestmannasundi. Hetta inniber m.a. elorkuframleiðslu í samstarvi við SEV og samstarv við DNV, sum veitir triðjaparts-góðkenning. Starvsfólk, útbúnaður og skip eru á staðnum, og royndarvirksemið verður nú tikið uppaftur.

“Tað er gott at vera í gongd aftur í Føroyum, og vit gleða okkum til at lata streym úr sjóvarfalsorku í Vestmannasundi inn á føroyska elnetið”, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto. “Handilsliga endamálið er at víðka um virksemið og at fara undir at handilsliga framleiðslu av tøknini. Tað gongur væl framá at fáa eitt øki í Føroyum til eina 10MW uppseting saman við SEV. Hetta arbeiðið umfatar týðandi lokalt samstarv fyri at tryggja langtíðar kostnaðarliga burðardygt virksemi.”

Samstundis samstarvar Minesto við altjóða felagið DNV um triðjaparts-góðkenning av, at elframleiðslan livir upp til altjóða krøv. Fyrsti parturin av hesum arbeiðnum er liðugur.

“Triðjaparts-góðkenning av DG100 elframleiðslutøknini er umráðandi fyri at styrkja um fíggingarpartin av verkætlanini”, sigur Martin Edlund.

Væl eydnaðu úrslitini av royndarverkætlanini við DG100 tøknini í 2020, bæði í mun til virkisføri og veitingarmátt hava seinastu mánaðirnar ført til, at sniðgevingin er fullførd, og farið er undir ætlaða framleiðslu av einum størri 1.2 MW orkuverki. Hetta er ætlað sum grundarlag fyri tveimum sjóvarfalsorkuverkum undir menning ávikavist í Føroyum og Wales.

01.10.2021
SEV 75 ár
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking