Minesto framhaldandi framstig í Føroyum

Minesto framhaldandi framstig í Føroyum

Svenska fyritøkan Minesto boðar í dag frá, at framstig enn verða gjørd í royndarverkætlanini við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi. Undir royndarkoyringum seinastu vikurnar hevur DG100 orkuverkið latið metnógva elorku inn á netið, sum lýkur krøvini hjá SEV.

“Toymið ger eitt megnararbeiði við at optimera DG100 skipanina. Vit eru júst komin á mál við royndarkoyring við støðugum rakstri, har vit hava latið skipanina koyra fult sjóvarfall og undir skiftandi líkindum. Tað er ein fragd at kunna staðfesta, at vit hava rokkið einum høgum framleiðslustøði. Mesta løtuframleiðsla er hækkað, og miðalframleiðslan er somuleiðis á hædd við væntaða úrtøku. Harumframt lýkur framleidda elorkan góðskukrøvini hjá SEV”, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri hjá Minesto.

Við hesum royndunum fáa vit eisini virðismiklar upplýsingar bæði til arbeiðið við triðjaparts-góðkenning og til menningararbeiðið við størri orkuverkum. Harumframt hevur hetta stórt virði fyri okkara arbeiði við at uppskalera skipanina og meta um væntaða úrtøku av tí.

Til ber nú at arbeiða fult automatiskt við DG100 skipanini; eitt nú at tendra, sløkkja og venda – bæði við stýring á staðnum og við tryggjaðari fjarstýring.

Endamálið við royndarverkætlanini í Vestmannasundi er víðkað eftir at royndirnar við uppseting og verkseting eru lidnar. Nú verður arbeitt við at betra um úrtøkuna og at fáa neyðugar upplýsingar til størri orkuverk á 1.2 MW. Frameftir fer royndararbeiðið at fevna um koyringar við báðum DG100 orkuverkunum samstundis.

Les meira

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking