Svenska fyritøkan Minesto hevur saman við samstarvspørtum, herundir Sev, fingið játtaðar 25 milliónir svenskar krónur til at menna sjóvarfalsorkuverk til sokallaði mikronet, t.d. útoyggjar í Føroyum, sum ikki eru knýttar í elnetið í meginøkinum.
Verkætlanin umfatar orkuverk til sjóvarfalsorku og battarí til at goyma framleiddu orkuna. Arbeiðið byrjar í august og orkuverkið verður eftir ætlan royndarkoyrt í vestmannasundi.