Minesto fær betri úrtøku úr sjóvarfallinum

Minesto fær betri úrtøku úr sjóvarfallinum

Minesto boðar frá, at dagføringar av útgerðini hava betrað um úrtøkuna í Vestmannasundi, umframt at partar av verkætlanini hava fingið triða-parts góðkenning í samsvari vð altjóða krøv

Minesto fór nýliga undir aftur royndarvirksemi sítt í Vestmannasundi eftir ein steðg, har útgerðin hevur verið á landi og er optimerað. Nýggjastu royndarkoyringar vísa, at úrtøkan er betri í miðal yvir tíð og somuleiðis er mesta framleiðsla hægri.

Serliga hevur verið arbeitt við at betra um generatoruppsetingina og róðurstýringina. Sjóvarfallið er natúrliga avtakandi og tiltakandi í styrki, og tí er umráðandi at skipanin virkar optimalt tá rákið er spakt eins væl og hart.

“Broytingarnar, sum vit hava gjørt, hava havt við sær enn betri úrtøku seinastu vikurnar í Vestmannasundi. M.a. hava vit rokkið nýggjum meti, 139 kW, í framleiðslu tá skipanin koyrir við hægstu styrki og somuleiðis mestu miðalúrtøku yvir tíð, sum var 92 kW. Vit hava framleitt streym inn á netið á heilum sjóvarfall við nøktandi úrsliti, og tað er jaligt sæð frá einum kostnaðarsjónarhorni”, sigur Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

Les meira á www.minesto.se

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking