Mánaðarfrágreiðing juli 2022

Mánaðarfrágreiðing juli 2022

Juli 2022

Juli mánaður í ár hevur verið framúrskarandi, tá ið hugsað verður um orkuframleiðslu úr varandi orkukeldum. Framleiðslan úr vatni og vindi hevur nevnliga verið tríggjar ferðir størri enn vanligt fyri Juli mánað.

Hjá SEV eru vit, eins og flest onnur, fegin um eitt gott summar við stillum veðrið og nógvari sól, men sovorðið veður hevur við sær, at SEV má nýta sera nógva olju til at framleiða orku. Soleiðis var í juli í fjør, tá ið 90% av orkuni stavaði frá Sundsverkinum og Vágsverkinum, sum eru oljurikin orkuverk. Sundsverkið nýtti í juli í fjør 5,700 tons av tungolju, sum er 183 tons um dagin í miðal.

Juli mánaður í ár hevur verið øðrvísi, tí vit hava ikki havt nakað serligt summarveður. Hetta hevur havt við sær, at í mun til varandi orku, hevur farni mánaðurin sett met.

Samlaða framleiðslan úr vatni og vindi í juli í ár var 15,5 GWt, og hetta er uml. tríggjar ferðir meira varandi orka enn miðalframleiðslan úr vindi og vatni seinastu átta árini.

Framleiðslan úr vatni setti stórt met við níggju GWt, og hetta vekur áhuga, tí seinastu 20 árini hevur miðalframleiðslan úr vatni verið góðar tríggjar GWt. Í juli í fjør var framleiðslan úr vatni einans 0,8 GWt. Við øðrum orðum er runnið 11 ferðir meira vatn ígjøgnum turbinurnar í juli í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Framleiðslan úr vindi setti eisini met fyri juli, tí samlaða framleiðslan var 6,5 GWt. Miðalframleiðslan úr vindi fyri juli hevur liðið á 2,4 GWt seinastu átta árini. Verður sæð burtur frá úrtøkuni í Porkeri og Gellingarkletti á íalt tveir GWt, varð úrtøkan frá “gomlu” vindmyllulundunum 4,5 GWt í Juli, sum er met fyri hesar vindmyllulundirnar. Besta árið frammanundan var 2018 við 4,2 GWt.

Tey termisku verkini framleiddu sostatt væl minni í juli í ár, nevnliga 19 GWt, í mun til sama tíðarskeið í fjør, har termisku verkini framleiddu 30,5 GWt. Hetta er ein sparing á uml. 2,400 tons í tungolju.

Fyrstu sjey mánaðirnar av 2022

Samlaða framleiðslan fyrstu sjey mánaðirnar av 2022 var 244,4 GWt, sum er tað mesta nakrantíð pr. 31 juli, og svarar til ein vøkstur á 3,4% í mun til undanfarna ár.

Higartil í ár er býtið millum varandi- og termiska orku 44,5 % varandi- og 55,5% termisk orka. Býtið er væl betri enn undanfarnu trý árini, har býtið hevur verið uml. 36% varandi- og 64% termisk orka.

Góða gongdin við framleiðslu úr varandi orkukeldum hevur viðført minni framleiðslu við termisku verkunum og eina sparing av olju á uml. 3,300 tons, í mun til sama tíðarskeið í 2021.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking