SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Ljósfestin 2022

Ljósfestin 2022

Ljósfestin 2022

Leygardagin 13. august verður Ljósfestin í Vági hátíðarhildin. Ljósfestin er ein áminning um, at ljós kom yvir landið í 1921, tá ið Føroya fyrsta elverk varð tikið í nýtslu í Botni.

Eins í fjør verður nógv ymiskt á skránni, eitt nú Barnatiltak og tónleikakonsert. Eisini verður savnið í Botni opið frá kl. 14-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skráin fyri Ljósfestina er tøk á heimasíðuni hjá Vágs Kommunu.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking