Ljósfest í Vági og opið hús í Botni

Ljósfest í Vági og opið hús í Botni

Ljósfestin, sum skuldi verið í døgunum rundan um 18. juli, tá verkið í Botni bleiv 100 ár, og sum bleiv útsett vegna koronutilmæli, er nú aftur á skrá. Í døgunum 8., 9., 15. og 16. oktober verður Ljósfest í Vági.

Eins og ætlað var í summar, tá Ljósfestin upprunaliga skuldi haldast, verður søga, tónleikur, náttúruupplivingar og mentan sett á breddan. Vágs kommuna og SEV standa fyri Ljósfestini.

Á Ljósfestini verður ymist spennandi á skrá í Vági og í Botni, norðanfyri Vág. Nevnast kann, at ymisk støð í Vági verða lýst upp, listaframsýning við lokalum listafólkum verður og føroyskur dansur verður skipaður í Jómsborg.

Gongutúrur aftur í tíð

9. oktober er gongutúrurin '100 ár aftur í orkusøguni' á skránni. Um viðrar, verður gingið frá vindmyllulundini í Porkerishaga, sum er frá 2021, til elverkið í Botni, sum er frá 1921. Farið verður til gongu kl. 12.30.

Í Botni verður opið hús frá kl. 14 - 17. Høvi verður at vitja nýggja savnið, sum er gjørt í gomlu turbinuhøllini í Botni. Eisini fer Poul Andreasen at leggja fram spildurnýggju bók sína: "Elektrisitet í 100 ár".

Tónleikur

Tónleikur fer at seta sín dám á Ljósfestina, har nøvn sum Hjarnar, Robert McBernie, Eyðun Nolsøe, Georg eystan Á, Ronnie Nielsen og Rúna á Heygum spæla. Vágs kommuna vil eisini heiðra nøkur fyri teirra íkast til Vág og mentanina í Vági.

Skráin fyri Ljósfestina er tøk á heimasíðuni hjá Vágs kommunu 

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking