Leys størv - maskinsmiðjulærlingur og arbeiðsfólk til Sundsverkið

Leys størv - maskinsmiðjulærlingur og arbeiðsfólk til Sundsverkið

Vit hava tvey størv leys á Sundsverkinum at søkja.

Maskinsmiðjulærlingur

Vit sóknast eftir einum maskinsmiðjulærlingi til Sundsverkið.

Í lærutíðini ert tú partur av einum væl skipaðum arbeiðsplássi, har tú fært starvsfelagar og lærumeistarar, ið stuðla og vegleiða, so at tú fært eina áhugaverda og læruríka lærutíð í tryggum kørmum.

Les meira

Arbeiðsfólk

Vit sóknast eftir einum røskum og ábyrgdarfullum starvsfelaga til at vera við til at halda Sundsverkið reint og dagført.  Talan er um fast fulltíðarstarv, og ynskið er, at tú kanst byrja sum skjótast.

Uppgávur

Sundsverkið er oljurikið elverk, og tað er sera týdningarmikið at halda sjálvt verkið og maskinlutirnar reinar. Tínar arbeiðsuppgávur verða tí í stóran mun reingerð av maskinlutum og at halda verkið reint.  Matrikulin, har gerast skal reint, er 500 metrar úr øðrum endanum í hin og harumframt eru nógvar trappur. Tí er tað ein fyrimunur at vera kropsliga væl fyri.

Les meira

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking