Landsstýrismaðurin hitt umboð fyri SEV

Landsstýrismaðurin hitt umboð fyri SEV
Nevnd og stjórn í SEV á fundi við nýggja landsstýrismannin í vinnu- og umhvørvismálum

Nevndin í SEV hevur saman við stjórnini havt strategiseminar, har m.a. varð umrøtt, hvussu orkuøkið og serliga SEV verður viðgjørt í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni.

Í hesum sambandi hevði nevndarformaðurin boðið nýútnevnda landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum Helga Abrahamsen til morgunmatar og eitt prát á Hotel Runavík.

Umframt hetta, fekk landsstýrismaðurin eina stutta gjøgnumgongd av brúkarakanningini um orkuøkið, sum Lóður gjørdi fyri Sev fyrr í ár. Í kanningini kom til sjóndar, at 89 prosent av teimum spurdu taka undir, at vit í Føroyum arbeiða fram ímóti at gerast leys av oljuni, men at privatfólk samsundis aftra seg við at seta tiltøk í verk í egnum bústaði, tí at tey sakna kunning og vegleiðing um m.a. elbilar og serliga hitapumpur.

Landsstýrismaðurin var fegin um at fáa innlit í ítøkilig hagtøl upp á, hvussu hugburðurin hjá fólki er, og hvat tørvur er á fyri at koma víðari.

Nevnd og stjórn ynskti landsstýrismanninum blíðan byr og hepna hond, og avtalað varð at stremba ímóti at hava gott og opið samskifti partanna millum og at hittast aftur skjótt.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking