Nevnd og stjórn hjá Sev hava í dag havt fund við landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum Margit Stórá
Margit Stórá vitjaði saman við embætisfólkum á Landavegnum í dag, og høvið varð eisini nýtt til at vísa henni nýggja kontrollrúmið.
“Vit hava havt ein góðan fund við landsstýriskvinnuna í dag, har vit m.a. umrøddu grøna orkuskiftið, avlopsel og skiftandi tímaprísir”, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
Síðan nevndin tók við 28. februar, hevur hon lagt stóra orku í at seta seg inn í økið og málini, sum avgerð skal takast um.
“Sev er veitari av samfelagsberandi tænastum, og tað er av alstórum týdningi, at hava gott samstarv við landsstýriskvinnuna og umhvørvismálaráðið”, sigur Haraldur S. Hammer.