Klárt at løða bilin í Skálafirði

Klárt at løða bilin í Skálafirði

Nú er enn styttri millum almennu løðistøðirnar í Føroyum. Vð Effo støðina í Skálfirði er nýggj løðistøð sett upp, sum gevur møguleika at løða upp til tríggjar ferðir skjótari enn ‘vanligu’ skjótløðistøðirnar.

Effo og SEV samstarva um 150 kW Alpitronic Hypercharger skjótløðistøðina, sum hevur trý DC stikk og ger tað munandi høgligari hjá elbilaeigarum at ferðast um oyggjarnar.

“Effo í Skálafirði hevur nógv ár á baki og er eitt natúrligt knútapunkt fyri ferðslu og orkuveiting, tí er tað sjálvsagt fyri okkum at veita elbilaeigarum hesa tænastu eisini”, sigur Janus Thomsen, stjóri á Effo.

Afturat DC skjótløðistøðini er ein AC løðistøð sett upp. Hon er mest ætlað bilum, sum ikki kunnu løða við DC.  Klárt verður at løða í Skálafirði týsdagin 15. februar kl. 15.00.

Enn hevur ikki verið møguligt at asfaltera økið, men hetta verður gjørt, so skjótt veðrið loyvir tí.

Mynd: Effo

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking