Klaki orsøk til streymslit í Norðoyggjum og Eysturoy

Ringa veðrið jólaaftan ávirkaði eisini streymveitingina norðanfjørðs.

Í tíðarskeiðnum kl. 23.34 - 00.17 var órógv á streymveitingini í Norðoyggjum og landnyrðingspartinum av Eysturoynni. Orsøkin var klaki serliga á linjuni millum Skálabotn og Innan Eið.

17 minuttir yvir midnátt jólamorgun høvdu øll fingið streymin aftur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking