Kaðalbrek var orsøk til streymslit

Tað var brek á einum kaðli millum SMS og Heygsbreyt, sum í gjár var atvold til streymslit í pørtum av Havnini.

Streymurin fór kl. 16:21 og kl. 18:11 høvdu øll fingið streymin aftur.

Órógv á elveitingini kann í summum førum elva til skaðar á ellutir. Um so er, at eitt av tínum eltólum hevur fingið skaða orsakað av elveitingini, ber til at boða okkum frá hesum skaða her.

GG! Tað er umráðandi, at tú boðar frá tínum kravi so skjótt sum gjørligt og tryggjar tær ta kravdu skjalprógvanina, t.v.s. váttan frá løggildum virki, avrit av kvittan fyri skadda lutin, myndir og annað. Eisini er umráðandi at skriva tíðarbilið og dagin fyri skaðahendingina.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking