Kaðalbrek orsøk til streymslit týskvøldið

Tað var kaðalbrek á Sundi, sum var orsøk til streymslitið í øllum meginøkinum týskvøldið 4. juli.

Streymurin fór kl. 22.10 og ein tíma seinni høvdu øll fingið streymin aftur.

Elnetið í meginøkinum fevnir um Vágar, Streymoy, Eysturoy, Kallsoy, Kunoy, Borðoy, viðoy, Svínoy, Nólsoy, Hest og Sandoy. Hesar oyggjarnar eru knýttar í eitt og sama elnet, meðan hinar oyggjarnar hava egin elnet.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking