Kaðalbrek orsøk til streymslit í Suðuroy

Dagføring kl 15.10 - So hava sumbingar eisini fingið streymin aftur.

Eitt kaðalbrek millum Vágsverkið og Lopra hevði í morgun við sær, at streymveitingin til Lopra, Akrar og Sumba fór.

Meðan leitað verður eftir brekinum fyri at kunna rætta tað, er neyðstreymsanlegg sett upp. Anleggið veitir nú streym til Lopra og Akrar, men tað hevur ikki eydnast at fáa streym til Sumbiar enn.

Arbeitt verður framvegis við at kunna veita sumbingum streym eisini, men hetta fer tíverri væntandi at taka allan seinnapartin og møguliga út á kvøldið.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking