John Eli Krosslá 25 ára starvsdag og nýtt starv

John Eli Krosslá 25 ára starvsdag og nýtt starv

Hátíðarløta var í Vági mikudagin í sambandi við, at John Eli Krosslá, varaverkmeistari á Vágsverkinum, hevur rundað sín 25 ára starvsdag.

John Eli byrjaði í starvi á Vágsverkinum í 2001, og seinastu 14 árini hevur hann eisini verið varaverkmeistari.

Á hátíðarhaldinum varð somuleiðis kunngjørt, at John Eli verður nýggjur verkmeistari, tá Jóanes Norðberg, verkmeistari, fer frá seinni í vár.

Nógvar broytingar millum ár og dag

Mangt og hvat er hent og ment seinastu fjórðingsøldina, og ikki minst við elskipanini í Suðuroy. Tá John Eli byrjaði í starvinum í 2001 var ein dagføring av Vágsverkinum í gongd, har m.a. motorkapasiteturin var víðkaður. Vágsverkið er dagført í 2004 og 2016.

Umframt ein tiltaksmotor í Trongisvági vóru Vágsverkið og vatnorkuverkið í Botni einastu framleiðslueindirnar í Suðuroy inntil 2020, tá sólorkulundin í Sumba kom afturat, og í 2021 varð vindmyllulundin í Porkerishaganum sett í rakstur.

“Men størsta og mest merkisverda broytingin er uttan iva skipanin við battaríum og synkronkompensatori í Heiðunum”, sigur John Eli Krosslá, komandi verkmeistari. “Battarískipanin og so tað, at vit ikki hava luftlinjur longur, t.v.s. at illveður ikki ávirkar okkum. Elskipanin er munandi meira støðug, og tað er væl lættari at koyra”.

Í løtuni verður síðsta hond løgd á høvuðsumvæling og dagføring av verkinum í Botni, og ein royndarskipan er í gongd, har motorarnir á Vágsverkinum koyra við gassolju heldur enn tungolju. Tað verður spennandi at eftirmeta hesa royndina. Sambært Hera Mortensen er elskipanin í Suðuroy nærum sum eitt spælipláss fyri granskarar á eløkinum - í Føroyum og úti í heimi. Tað, sum riggar í Suðuroy, kann førast yvir til meginøkið og aðrar størri elskipanir.

Eftirspurningurin eftir elorku er sum vera man eisini øktur hesi árini. Í 2001 blivu framleiddir 22.788 MWt úr tungolju og  vatni, meðan framleiðslan í 2025 var 33.708 MWt úr ávikavist gassolju, vindi og sól. Eingin vatnorkuframleiðsla var í Suðuroy í 2025, orsakað av umvælingini í Botni.

Hákun Djurhuus, stjóri, Jóanes Norðberg, verkmeistari á Vágsverkinum og Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá Sev bóru fram kvøðu, og høvdu teir allir bert gott at bera John Eli.

M.a. kom fram, hvussu stak dugnaligur, nærlagdur og arbeiðssamur John Eli er, men samstundis lítillátin og hjálpsamur.

Teir høvdu harumframt á orði, hvussu fyrimyndarliga væl hildið Vágsverkið er, altíð ein fragd at vitja.

 

Jóanes Norðberg, verkmeistari og John Eli Krosslá, varaverkmeistari

Vaktarskiftið á Vágsverkinum verður í apríl, tá Jóanes hevur sín seinasta arbeiðsdag, og John Eli tekur við sum verkmeistari.