SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Jóhan fekk 1. virðisløn

Jóhan fekk 1. virðisløn

Jóhan fekk 1. virðisløn

Hátíðarløta á Vinnuháskúlanum fríggjadagin 22. januar, tá skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar fingu prógv handað eftir lokna útbúgving.

Nýklæktir maskinmeistarar

Maskinmeistarin við besta próvnum fær 1. virðisløn og gávu frá SEV; ein snøggan grindaknív, sum Peter Hansen hegnisliga hevur tilevnað.

Hesa ferð var tað Jóhan Holm Erlingsson, sum fekk 1. virðisløn og grindaknív frá Hera Mortensen, deildarstjóra hjá SEV.

Vit ynskja øllum hjartaliga til lukku við próvnum og blíðan byr.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking