Jarðgass koyrir orkumarknaðin um koll

Bíligt jarðgass hevur havt við sær, at stígur er komin í framleiðsluna úr varandi orku í USA.

Bíligt jarðgass floymir inn yvir orkumarknaðirnar júst nú. Hetta kann koyra alt veðurlagskjakið um koll, skrivar Jyllands Posten.

Tað kostar nevniliga bert helvtina so nógv at framleiða ravmagn á einum jarðgassriknum orkuverki sum frá havvindmyllum.

Stórt prísfall

Nýggir framleiðsluhættir og ein fallandi nýtsla hava havt við sær stórt prísfall, sum beint nú sær út til at ávirka menningina í USA, so alt fleiri jarðgassrikin orkuverk koma undan kavi, meðan stígur er komin í framleiðsluna úr varandi orku.

Serfrøðingar siga, at prísurin á jarðgassi á amerikanska marknaðinum er fallin 50 prosent síðani 2008.

Nógv færri vindmyllur í ár

Í fjør varð met sett á amerikanska vindmyllumarknaðinum við 10.000 MW nýggjum vindmyllum. Í ár er talan um eina heilt aðra søgu.

Sambært vindmylluráðgevingarfyritøkuni Make Consulting koma amerikanarar bert upp á stívliga 6.000 MW vindmyllur í ár.

Niðurjusteringin hjá Make Consulting ber í sær ein niðurskurð í ætlaðu vindmylluútbyggingini í USA í 2010-2012 uppá 23 prosent, svarandi til 2.500-3.000 vanligar myllur á landi.

Orsøkin er økt útvinning av gassi, ið - sum nevnt omanfyri - hevur havt við sær eitt fall í gassprísinum uppá 50 prosent síðani 2008 og harvið bíligari streym frá gassverkunum. Elprísurin er nú so lágur, at torført er at fáa bankarnar at stuðla nýggjum vindmylluverkætlanum, skrivar Jyllands Posten.