Intelligent orkunet verður kjarnin í grønari umlegging

- Ein kollvelting krevst, um Danmark skal kunna gevast við nýtsluni av koli, olju og gassi, skrivar Mandag Morgen.

- Danmark hevur eitt vælvitkandi elnet og útbygdan fjarhita. Hetta eiga vit at kunna samskipa betri enn í dag og lata orkuhitaverkini framleiða hita, tá ov stórt yvirskot er av vindorkustreymi, sigur Frede Blaabjerg á Institut for Elteknik við Aalborg Universitet sambært vikublaðnum Mandag Morgen.

Sambært "Hitaætlan Danmark 2010", sum Rambøll hevur gjørt í samstarvi við Aalborg Universitet, fer ein slík samskipan at súgva í seg upp til 40 pst. av yvirskotsstreyminum frá vindmyllunum. Henda loysnin fer at sameina tveir av styrkleikunum hjá Danmark: vindmyllur og fjarhita.

Hetta kann sambært fleiri greinarum menna útflutningin av danskari orku- og veðurlagstøkni.

Umráðandi at spara uppá orkuna

- Um umleggingin skal kunna henda á mest samfelagsbúskaparligan hátt, er tað alfa og omega at spara uppá orkuna, sigur Katherine Richardson, ið er formaður í Veðurlagsnevndini hjá stjórnini, sum fer at almannakunngera frágreiðing sína í morgin.

Hon heldur, at borgarar, stovnar og fyritøkur skulu venja seg til at uppfata orku sum eitt gjaldoyra, ið ikki oyðslað verður við.


- Í dag brúka vit glaðiliga 40 pst. meiri orku, enn vit hava brúk fyri. Skulu vit útbyggja orkuskipanirnar eftir dagsins nýtslu, verður tær yvirdimensjoneraðar og nógv dýrari enn neyðugt.