SEV   /   Um okkum   /   Miðlar og samskifti   /   Tíðindi   /   Illveður og streymslit

Illveður og streymslit

Illveður og streymslit

Illveðrið 7. og 8. februar ávirkaði veðrið í meginøkinum so mikið, at tilsamans 4 styttri og longri streymslit løgdu meginøkið myrkt í tíðarskeiðnum nakað eftir klokkan 22 týskvøldið til kl. 6.40 mikumorgun, tá øll høvdu fingið streymin aftur.

Nógvi vindurin í gjárkvøldið fekk háspenningslinjurnar í Skálabotni at sláa saman og hetta hevði við sær black-out, sum so hevði fleiri fylgifeilir við sær, ið ávirkaðu streymveitingina restina av náttini.

Í Suðuroy var eisini ódnarveður, sum tó ikki hevði ávirkan á streymveitingina.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking