Íðunn roynist væl í Vestmannasundi

Íðunn roynist væl í Vestmannasundi

Royndarkoyringin av fyrsta Dragon 4 eindini, nevnd Íðunn, sum varð sjósett í mai, gongur eftir ætlan og fínjusteringar verða nú gjørdar fyri at økja um úrtøkuna. Íðunn ‘arbeiðir’ 40 metrar undir havyvirflatuni í Vestmannasundi og verður eygleidd, mett og stýrd úr Svøríki

“Vit royndarkoyra og fjarstýra Íðunn úr høvðussæti okkara í Svøríki. Toymið skrásetir dagliga eina rúgvu av datum fyri at kunna optimera úrtøkuna”, sigur Bernt Erik Westre, tekniskur leiðari hjá Minesto.

Umframt elframleiðsluna umfatar royndarkoyringin eisini aðra útgerð sum t.d. tjóður og tjóðurskipanina. Eitt upptøkutólk er sett á drekan, so eyga kann haldast við, hvussu tjóðrið roynist.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking