Hondbólturin sást aftur í elframleiðsluni

Hondbólturin sást aftur í elframleiðsluni

Tað sást aftur í elframleiðsluni, at ein stórur partur av Føroya fólki í síðstu viku var í Oslo og stuðlaði garpunum á hondbóltslandsliðnum. 

Lastin lá 5,5% lægri, enn vikuna fyrr, tá annars nøkulunda sami eftirspurningur var frá stóru vinnukundunum.

Gula linjan vísir elframleiðsluna fríggjadag til týsdag, vikuna áðrenn hondbóltsfepurin tók yvir, og bláa linjan vísir elframleiðsluna somu dagar vikuna eftir.